Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag is rated 3 out of 5 in the category environmental services. Read and write reviews about Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag. Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) er sjálvboðið áhugafelag, ið ásannar, at náttúra og umhvørvi eru grundarlagið undir allari vælferð, og at hetta í dag er undir stórum trýsti orsakað av ovurnýtslu og óhóskandi framleiðsluhættum. Sambært grein 3 í viðtøkum felagsins hevur FNU til fremstu endamál at: • at varðveita og verja náttúruna og umhvørvi. • at vekja ans og kenslur manna millum fyri vakurleikanum í óspiltari náttúru og umhvørvi. • at vekja fatan manna millum av tí lekidómi fyri likam og sál, sum ein óspilt náttúra og eitt umhvørvi í samljóði geva hvørjum einstøkum. • at vekja skyn manna millum á, hvussu neyðsýnt tað er, at samfelagið lagar seg eftir fortreytum náttúrunnar. • at breiða út kunnleika manna millum um, at ein lívsháttur í ídnaðarlondum við støðugt vaksandi nýtslu skapar vistfrøðiliga úrskeping og tí má broytast, skal eftirkomarum okkara vera lív lagað. • at vekja ans og kenslur manna millum fyri og fatan av, at tøknilig, evnislig og búskaparlig menning ikki kann skapa eitt umhvørvi í samljóði uttan so, at henda menning er neyvt knýtt at dygd í siðalag og list.